Innanlands

Farið verður undir tunnilin til Vestmanna í 2022

Vegurin um Skálabotn bíðar til 2025 – Hetta framgongur millum annað av langtíðarløguætlanini hjá landsstýrinum

Stórkavi á Høgareyni. Vestmenningar sleppa undan hesum strekkinum um fá ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Stórkavi á Høgareyni. Vestmenningar sleppa undan hesum strekkinum um fá ár (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-30 17:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tá uppskotið til fíggjarlóg verður lagt fram, er tað oftast íløguætlanirnar, sum eru tær mest áhugaverdu. Hvat ætlar landið sær at byggja og yvirhøvur brúka pengarnar til, sum ikki fara til at rakstur ella gjalda niður skuld.

Og tá er tað serliga vegir, tunnlar og havnaløg, sum hava havt størst lokalan áhuga.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, kundi í dag avdúka nakrar av ætlanunum, men tær eru fleiri, tí við fíggjarætlanini er eisini ein ætlan yvir, hvussu løguætlanin hjá landsstýrinum sær út fyri tey komandi tíggju árini.

Og her sæst, at tey, ið ynskja sær veg uttan um bygdina Skálafjørð ella Skálabotn skulu bíða til 2025 áðrenn nakað verður gjørt við henda fløskuháls í ferðsluni, sum má metast at gerast størri, tá skálafjarðartunnilin letur upp. Landsstýrið ætlar sær ikki at seta pengar í ta verkætlanina fyrr enn í 2025 og 2026, 30 milliónir hvørt árið.

Hinvegin kunnu vestmenningar frøast um, at pengar verða settir av til tunnil til Vestmannar longu í 2022. Meira um hetta seinni í greinini.

[object Object]
Gjáarskarð (Savnsmynd)

Selatrað og Gjógv bíða
Tey, ið ynskja betri veg til Selatraðar skulu bíða longri. Ikki fyrr enn í 2028 verða tær fyrstu fýra milliónirnar settar av, og síðan ávikavist 30 og 20 milliónir tey næstu árini.

Farleiðin til Gjáar verður at bíða til 2026, tá tær fyrstu 8 milliónirnar verða settar av, meðan tað ikki gongur so long tíð áðrenn farið verður í gongd við vegin um Sandslíð.

Har eru pengar settir av longu í verandi landsstýrisskeiði, nevniliga 18 milliónir í 2022 og 2023.

Byrgingin um Haraldsund má bíða til 2027 og 2028 at fáa íløgujáttan, vegurin oman til Funningsfjarðar til 2026 og 2027 og vegurin út til Hellurnar til 2024 og 2025.

Innkomuvegur og fjøruvegur
Men tað eru nógv vegastrekki, sum beinanvegin fáa játtan á fíggjarlógini. Pengar eru longu settir av til innkomuveg til Havnar – 40 milliónir fram til 2024 – og fjøruvegin í Runavík – 54 milliónir fram til 2024.

Í Havn skal vegurin frá nýggju rundkoyringini oman fyri Hvítanes knýtast í vegin, sum longu er gjørdur norðan fyri íbúðarøkið í Hoyvíkshaganum. Men landsstýrismaðurin segði á framløgufundinum í dag, at tað ikki er funnin ein loysn fyri, hvussu vegurin kemur víðari frá Villingardali. Sambært avtaluni stendur landið fyri sjálvum vegnum, meðan Tórshavnar kommuna tekur sær av íbindingunum.

Viðvíkjandi vegnum, sum skal ganga gjøgnum fjørðuna frá tunnilsmunnanum á Rókini til bakkavegin á Glyvrum, 2,5 kilometrar tilsamans, er avtalan tann, at Runavíkar kommuna stendur fyri arbeiðinum, og at landið átekur sær ein part av kostnaðinum, tilsamans 55 milliónir krónur.

[object Object]Tjørnuvík (Savnsmynd)

Ongin tunnil til Tjørnuvíkar, men til Vestmannar
Eisini Tjørnuvíksvegurin fær játtan beinanvegin, men í nógv minni mátistokki. Settar verða tvær milliónir av árliga heilt fram til 2027. Og her er talan um ábøtur og at seta upp trygdarhegn móti leysum gróti.

Sostatt er ikki ætlanin at loysa ferðsluavbjóðingina til Tjørnuvíkar við einum tunli.

Tað er tað hin vegin til Vestmannar, heimbygdina hjá løgmanni. Tí longu í 2022 verða fyrstu milliónirnar settar av til nýggja farleið til vestmannar. Frá 2022 fram til 2027 verða ikki færri enn 368 milliónir settar av til hesa ætlan, og í viðmerkingunum sæst, at talan verður um eina tunnilsloysn.

Nú vit eru við tunnlar, so sæst, at tað nú kemur gongd á arbeiðið at gera tunlar norður um Fjall í Norðoyggjum. 100 milliónir eru settar av næsta ár og so aftur 100, 135 og 150 milliónir tey fylgjandi árini fram til 2024.

Eisini er álvari í lyftinum um tunnil til Famjins í Suðuroy, tí komandi ár eru 25 milliónir settar av og síðani ávikavist 63 og 30 milliónir krónur.

Hinvegin kann roknast at ganga eitt sindur spakuligari við Dalstunnlinum, tí her er tað játtanin til sokallaða tunnilstoymið, ið skal tryggja dalbingum tunnil, og hon er 9 milliónir árliga.

Gøtudalur og Vatnsoyrar
Onnur forkunnug tunnilsprojekt framganga eisini á langtíðarløgujáttanini. Pengar verða settir av til ein tunnil millum Gøtudal og Skálafjørð frá 2026 og frameftir og til ein tunnil av Fútakletti til Vantsoyrar frá 2027 og frameftir.

Hartil er eisini ætlanin at leggja 100 milliónir krónur um árið frá 2025 at rokna til eitt partafelag at bora tunnil til Suðuroyar. Hetta kemur, tá innskotið til Eysturoyar- og sandoyartunlar er komið á mál í 2024 sambært langtíðarløguætlanini.

Viðvíkjandi havnabyggingum, so liggja ikki tær villu ætlanirnar í løguætlanini, har 5 milliónir verða settar av um árið.

Heldur ikki eru ætlanir við stórum nýíløgum til Strandfaraskip Landsins fyrstu árini. Har verða pengar fyrst settir av í 2025 og trý ár fram, 200 milliónir tilsamans. Onki verður sagt um, hvat pengarnir skulu brúkast til, annað enn at neyðugt er at fara undir eina tilgongd, har ferjuflotin verður endurnýggjaður.

Umrøddu løguætlanirnar standa á síðu 44, 45 og 46 í búskaparfrágreiðingini, ið er gjørd saman við fíggjarlóðaruppskotinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder