Innanlands

Farideh Azadi og Aydin Soei siga frá um stríðið í Iran

Í dag kl. 14 verður ókeypis tiltak í Norðurlandahúsinum, sum Amnesty International Føroyar skipar fyri

2023-09-09 10:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Amnesty International Føroyar skipar í dag fyri tiltaki um stríðið í Iran. Amnesty International Føroyar fær vitjan av Farideh Azadi og Aydin Soei.

Farideh er fødd og uppvaksin í Iran, men í 1986 fekk hon og familja hennara politiskt friðskjól í Danmark. Nøkur ár áðrenn vórðu hon, maður hennara og eitt ára gamli sonurin, Aydin, flýdd úr heimlandinum.

16. september verður eitt ár síðan, at Jina Mahsa Amini doyði av løstunum, hon fekk, tá siðalagsløgreglan í Teheran bardi hana av, tí turriklæðið ikki sat, sum tað skuldi.

Farideh og Aydin fara at greiða frá um uppreisturin, sum byrjaði eftir hetta, um kollveltingina í 1979, og hvussu lívið hjá Farideh brádliga broyttist. Um, at Farideh stríddist fyri javnrættindum og frælsi, men at tað førdi við sær, at hon varð
noydd at flýggja úr heimlandinum.

Heini í Skorini ger samrøðuna.

Tiltakið er í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. september kl. 14, og er ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder