
Á tiltakinum Mentanarnátt í Havn fríggjadagin varð nýggj bók um Føroyar løgd fram í hugnaligu og søguligu hølunum í Gamla Bókhandli. Tað var forlagið Sprotin, sum enn einaferð hevur gjørt ein vørr á bókaøkinum, ið legði fram nýggju bókina við heitinum “Faroese Days” eftir bretska rithøvundan og journalistin og ikki minst Føroyavinin Stan Abbott. Fyri innbodnum og fleiri av teimum, sum Abbott hevur tosað við, greiddi høvundin frá grundarlagnum fyri hesi bók hansara um Føroyar, sum er ætlað at geva fremmandum ferðafólki innlit í føroyska mentan, vinnulív og viðurskifti annars.
Poul Guttesen bjóðar vegna forlagið Sprotin vælkomið til bókaframløgu í Gamla Bókhandli í Havn. Mynd Jan Müller
Stan Abbott byrjaði at arbeiða fyri Atlantic Airways í 2022, seinni eisini fyri Visit Faroe Islands og Vága Floghavn. Hann var nógv í Føroyum og var mangan við at umboða Føroyar í útlondum. Hann hevur við sínum arbeiði verið við til at lata dyrnar upp fyri Føroyum í útlandinum.
Hesa fjóðringsøldina hevur hann eygleitt neyvt ta menning, iå er farin fram í Føroyum og er ovfarin av, hvussu nógv er broytt eitt so stutt skeið, og hvussu sjáldsamar gávur føroyingar hava at svara teimum mongu spurningum, ið hava stungið seg upp á leiðini. Føroyingar eru meistarar at finna fram á serføroyskar loysnir, ræðast ikki tað nýggja og himprast ikki at leggja nýggjar leiðir.
Vørurnar hjá føroysku fyritøkuni Guðrun og Guðrun fylla nógv í bókini.
Nú hevur Stan Abbott gjørt ferðina um aftur - hevur tosað við fólk um mál og politikk, tónleik, matmentan, tøknilig frambrot, handilsvinnu, gestavinnu og fiskivinnu. Úrslitið er ein stak forvitnislig bók, sum eyðsýnliga er grundað á dyggan kunnleika um landsins mongu tættir.
Atlantic Airways varð væl umboðað til móttøkuna, nú rithøvundin hevur havt eitt so tætt samstarv við fyritøkuna seinastu góðu 20 árini. Mynd Jan Müller
Eru útlendingar áhugaðir í øðrum enn vakrari náttúru, er hetta ein stak góð bók at kunna seg um føroysk viðurskifti - um tær veruligu Føroyar, sum arbeiða og virka í hesum vakra umhvørvi, menniskjuni, ið hugsa og virka her í landinum sigur Sprotin frá í kunningini um bókina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald