Innanlands

FarPay spelar avstað

Fyri triðju ferð er FarPay útnevnd sum ein Gazelle fyritøka av dagblaðnum Børsen

Rasmus Overbeck Christensen, stjórin á FarPay

Rasmus Overbeck Christensen, stjórin á FarPay

2023-10-26 16:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FarPay eru júst útnevnd sum ein Gazelle fyritøka av Børsinum. Hetta er ikki fyrstu ferð. Hetta er heldur ikki aðru ferð. Hetta er triðju ferð á rað, at FarPay tryggjar sær hábærsligu Gazelle virðislønina, ið heiðrar fyritøkur, sum hava havt ein munandi vøkstur og skapað arbeiðspláss.

Eitt stórt heraklapp
At fáa tillutað Gazelle virðislønina hjá dagblaðnum Børsen er ein viðurkenning av arbeiðinum og tí áhaldandi høgu standardunum fyri góðsku og íverksetan hjá FarPay. FarPay hevur markerað seg sum ein lyklaleikara innan gjaldsvinnuna og hevur rokkið ein vøkstur, ið hevur kvalifiserað FarPay til at verða millum tað eina prosentið av donskum fyritøkum, ið kunnu nevna seg Gazelle-fyritøka.

Móttøkan av virðislønini hevur elvt til eina stolta, eyðmýkjandi og motiverandi reaktión.

- Vit eru sera errin av at hava móttikið Gazelle virðislønina hjá dagblaðnum Børsen. Tað er ein viðurkenning av okkara arbeiði við íverksetan, góðsku og kundatænastu. Hendan virðislønin er eitt úrslit av tí ótroyttiliga arbeiðinum hjá toyminum, og virðislønin fer framhaldandi at eggja okkum at stremba eftir hægri tindum, tættari samstarv við okkara samstarvsfelagar og veita enn betur loysnir til kundar okkara, sigur stjórin á FarPay, Rasmus Overbeck Christensen.

Gazelle virðislønin er ikki bert ein fagnaður fyri farna avrikið hjá FarPay, men ein tileggjan til at halda áfram við at vaksa. Tað er ein ámmining um, at áhaldandi ágrýtni, góska og okkara førleikar til at tillaga okkum til skiftandi marknaðarumstøður er lykilin til áhaldandi framgongd.

Børsen Gazelle virðislønin: Ein heiðran til vakstrarspírar
Virðislønin varð innleitt av Børsen í 1995. Síðani tá hevur virðislønin verið ein ímynd fyri fyritøkur, ið hava sýnt merkisverdan vøkstur og framgongd.

Fyri at verða útnevndur til virðislønina skulu fyritøkur fylgja nøkrum fortreytum, sum millum annað er støðugur vøkstur í umsetningi ella bruttovinningi yvir eitt tíðarskeið á fýra ár, samstundis at umsetningurin ella bruttovinningurin skal verða tvífaldaður yvir hetta tíðarskeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder