Innanlands

Fast sæti í formansskapinum frá á nýggjárinum

Broytingar eru at hóma í norðurlendska samstarvinum. Formansskapurin í Norðurlandaráðnum mælir nú til, at Føroyar, Grønland og Áland fáa fasta umboðan í formansskapinum

Johan Dahl

Johan Dahl

2025-09-18 13:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tær tríggjar smáu tjóðirnar í Norðurlandaráðnum, sum enn ikki hava sjálvstøðugan limaskap, kunnu rokna við at fáa fast sæti í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið frá nýggjárinum at rokna.

Málið skal fyrst samtykkjast á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum síðst í oktober, men tað verður neyvan nakar trupulleiki.

Tað sigur Johan Dahl, limur í Norðurlandaráðnum, sum sjálvur eisini hevur verið føroyskt umboð í einum arbeiðsbólki, sum hevur arbeitt við at dagføra Helsingforssáttmálan, fyri millum annað at gera møguleika fyri, at Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap.

Uppskotið um sæti í formansskapinum hevur tó ikki beinleiðis tilknýti til hetta arbeiði.

Tað er hinvegin ein samtykt í sjálvum formansskapinum, sum nú mælir ráðnum til at lata Álandi, Føroyum og Grønlandi fasta umboðan í formansskapinum – presidi’inum, sum tað kallast á skandinaviskum. Og at henda skipan fær gildi frá nýggjárinum at rokna.

- Hetta er eitt úrslit av, at smáu tjóðirnar í norðurlendska samstarvinum áhaldandi hava víst á órættin, sum tær eru fyri við ikki at vera góðkend sum sjálvstøðugir limir í norðurlendska samstarvinum, sigur Johan Dahl.

Viðvíkjandi broytingunum í Helsingforssáttmálanum – grundlógini fyri Norðurlandaráðið - er støðan tann, at arbeiðsbólkurin hevur gjørt sítt tilmæli, og at hetta nú verður eftirkannað av einum løgfrøðiligum professara á universiteetinum í Åbo í Finnlandi, sum kemur við síni frágreiðing og tilmæli í februar mánaði.

Hetta upplýsti Johan Dahl í samrøðu við Árna Gregersen í tíðindunum á FM1 seinnapartin í gjár.

Hoyr samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder