
- Føroyar hava eitt sterkt tónleikalív við festivalum, konsertum og einum livandi ungdómsumhvørvi. Nú kemur eisini ein nýggj talgild loysn, sum ger tað lættari hjá tónleikarum og bólkum at finna hvønn annan og skipa tónleikatilveruna.
Hetta stendur í tíðindaskrivi frá feðgunum handan appina Beatnickel.
Tað eru Óli á Deild Olsen og Gleb Olsen, sum hava ment appina, ið skal geva nýggjar møguleikar fyri tónleikarar.
Hetta skal millum annað vera í mun til netverk og at finna tónleikarar.
- Við Beatnickel kunnu tónleikarar lættliga finna nýggjar bólkar at spæla við, og bólkar kunnu finna tónleikarar, sum teir mangla til bólkin. Nýggja funktiónin Smart Match finnur sjálv tónleikarar og bólkar, sum passa saman, og soleiðis ger tað lættari at finna røttu samstarvsfelagarnar.
Ein talgildur amboðskassi - vilja gera tað lættari
Umframt netverkspartin hevur Beatnickel eisini ymisk amboð, sum savna tær praktisku uppgávurnar hjá tónleikarunum á einum stað.
Dømi er "Smart Import", sum innflytir sangir og settlistar beinleiðis av netinum og harvið sparir tíð. Umframt hetta eru settlistar og venjingarskráir, sum kunnu setast upp so øll í bolkinum síggja tað.
- Vit vilja gera tað lættari at vera tónleikari. Tíðin eigur at fara til tónleikin, ikki til logistikk. Tí hava vit ment funktiónir sum Smart Import og Smart Match, ið savna tey amboð, vit sjálvi hava saknað, í eina app, sigur Óli á Deild Olsen.
Hann er stovnari, royndur íverkseti og trummusláari, sum eisini hevur verið virkin í føroyska tónleikalívinum í fleiri áratíggju.
Sonurin er menningarleiðari. Gleb Olsen sigur, at ynski var at byggja ein pall, har tøkni veruliga stuðlar felagsskapi.
Appin kann heintast á beatnickel.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald