Innanlands

Fregattin skal bunkra og manningin hvíla

Verður liggjandi í Havn um vikuskiftið. Bretar kalla vitjanina fyri ein 'logistikkstøðg' har tey næstan 200 umborð kunnu hvíla seg

(Mynd: Tórshavnar Havn)

(Mynd: Tórshavnar Havn)

2025-07-24 13:43 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í morgun legði bretska fregattin HMS St. Albans til bryggju í Havn.

Bretska sendistovan í Keypmannahavn sendi fyri løtu síðani tíðindaskriv út um herskipavitjanina:

HMS St. Albans Type-23 Class fregattin hjá The Royal Navy við hennara Merlin Mk2 tyrlu frá 814 Naval Air Squadron umborð, heldur ein ‘logistikkstøðg’ í Føroyum hetta vikuskiftið.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Við vitjanini verður møguligt hjá skipinum at bunkra brennievni, og fylla mat- og aðrar neyðugar goymslur, eins og manningin, ið telur næstan 200, kann fáa hvíld meðan tey enn eru á uppgávum í Norðuratlantshavi og Norskahavi.

Nærveran hjá HMS St. Albans undirstrikar varandi raðfesting Bretlands til verju og trygd í Norðuratlandshavi. Eftir nýliga at hava gjørt uppgávur á bæði tjóðar- og Nato-støði, er uppgávan at avbyrgja møguligar hóttanir og tryggja lívsneyðugar sjóvegis samskiftisleiðir.

The Royal Navy er framhaldandi støðuføst í leiklutinum at tryggja siglingarfrælsi og stuðla sameindum um alt økið.

Vitjanin hjá HMS St. Albans markerar eisini, at 80 ár eru liðin síðani hernaðarligu bretska nærveran endaði eftir seinna heimsbardaga.

‘Logistikkstøðgurin’ er fyrireikaður í tøttum samstarvi við føroyskar og danskar samstarvsfelagar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder