Innanlands

Fegnast um at landsstýrismaðurin góðkendi semjuna

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fegnast um, at landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum loksins góðkendi semjuna við Starvsmannafelagið

Nevndarlimir í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Starvsmannafelagnum

Nevndarlimir í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Starvsmannafelagnum

2020-07-06 13:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur stóran týdning fyri Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, at semjan bleiv góðkend, tí talan er um sera prinsipielt mál í mun til bæði kommunala samráðingarrættin og kommunala sjálvræði.

Nevndin í felagnum fegnast um, at allar kommunur í landinum hava staðið saman um, og stuðla felagnum í hesum sera týdningarmikla og prinsipiella máli – og ikki minst fegnast vit um, at starvsfólkini, sum starvast hjá kommununum nú verða eins lønt og tey hjá landinum, sigur Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, í tíðindaskrivi.

– Semjan, ið varð undirskrivað tann 3. juni 2020 varð gjørd við støði í semjuni millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið fyri somu starvsfólk í starvi hjá landinum. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir góðkenningina at verða eina staðfesting av, at semjan leyk lógarinnar krøv. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur vísandi til serstøku viðmerkingarnar í § 5, stk. 5 í kommunustýrislógini tryggjað limunum hjá Starvsmannafelagnum, at tað framhaldandi verður samsvar millum lønirnar hjá hesum starvsfólkum - líka mikið um tey eru í starvi hjá landinum ella kommununum, teimum er tryggjað eitt javnt alment lønarlag.

Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum sigur seg ikki vera í iva um, at felagið hevur hildið seg innanfyri lógina og heimildina hjá felagnum at samráðast um sáttmálar á kommunala sáttmálaøkinum; felagið hevur greitt hildið seg til ásetingina í kommunustýrislógini í § 5, stk. 5, og harvið hildið seg til endamálið við lógarásetingini.

Nú landsstýrismaðurin hevur góðkent semjuna, og harvið staðfest sjálvstøðuga samráðingarrættin hjá kommununum, verður ikki neyðugt at royna málið í Føroya Rætti.

– Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum er og hevur alla tíðina verið fullgreið yvir óvissu búskaparligu støðuna í landinum í kjalarvørrinum av korona. Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tekur støðuna í størsta álvara; felagið hevur seinastu tíðina m.a. grundað á óvissu búskaparligu útlitini gjørt 1 ára sáttmálar – og annars tillagað samráðingarnar til gongdina í samfelagnum.

– Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fer í hesum sambandi at taka upp samskifti við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, harundir eisini Fíggjarmálaráðið um gongdina í búskapinum og ávirkanina hendan hevur á víðari samráðingarnar. Partarnir mugu seta seg saman at umrøða støðuna og skapa eina felags fatan av víðari samráðingunum.

Samráðingarnar á kommunala arbeiðsmarknaðinum halda fram, tá fundir eru avtalaðir við bæði Maskinmeistarafelagið og Heilsurøktarafelagið í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder