Mentan

Fekk íblástur til søguna eina illveðursnátt í Føroyum

Barbara Beatrice Davidsen gevur út fyrstu skaldsøgu sína út í næstu viku – hon er skrivað á donskum. ‘Stormens vuggevise’ er ein sosialrealistisk skaldsøga um at vera ungur í Føroyum

2023-08-22 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

31. august kemur út ungdómsskaldsøga á donskum, sum gongur fyri seg í Føroyum.

Tað er føroyska Barbara Beatrice Davidsen, sum hevur skriva skaldsøguna “Stormens vuggevise”, sum er ætlað ungum frá 12 ár og uppeftir. Bókin verður givin út á forlagnum Leitura, sum er danskur útgevari við tilknýti til Føroyar.

Á bókabaksíðuni stendur soleiðis um skaldsøguna:

“Brim trúði, at Ester var besta vinkona hennara. Men tað var áðrenn Ester gjørdist sjúk. Áðrenn Brim sveik hana og miste seg sjálva til ein bannaðan dreym. Nú veit Brim bert eitt: At hon svevur best, tá stormurin herjar.

‘Stormens vuggevise’ rannsakar, hvussu ein lívshóttandi sjúka broytir alt og styrkir bondini millum tvær vinkonur, meðan tær bjóða av fatanina av kærleika og trúfesti. Tað er ein forteljing um vinaløg, forelskilsi og ábyrgd. Og um óvæntaða vakurleikan í lívsins fløkju.”

Barbara Beatrice Davidsen, fødd í 1992, er fødd og uppvaksin í Føroyum og býr í Keypmannahavn. Hon hevur altíð verið hugtikin av góðu søguni, og longu í fólkaskúlanum gjørdist flokslærari hennara stúrin um, at hon altíð sat og stardi droymandi út gjøgnum gluggan, skrivar forlagið um rithøvundan, og heldur fram.

Við tíðini kom dreymurin um at gerast søguforteljari. Í 2020 kom hon við stuttsøguni ‘Sangfuglen’, og síðan eru komnar fleiri stuttsøgur frá hennara hond. Nú kemur hon so við fyrstu skaldsøgu síni. ‘Stormens vuggevise’ er ein sosialrealistisk ungdómsskaldsøga um at vera ungur í Føroyum, um vinalag, kærleika og trúgv, tá deyðin kemur ov tíðliga.

Barbare er útbúgvin verkfrøðingur og tá hon ikki skrivar, arbeiðir hon sum ráðgevi innan grøna orkuskiftið.

Íblásturin til skaldsøguna kom einaferð Barbara var og vitjaði foreldur síni í Føroyum, og tað hevði verið stormur alla náttina.

- Eg var eitt sindur í øðrviti og ørkymlað um morgunin tá eg vaknaði, og minnist, at eg hugsaði, at tað var langt síðani, at eg hevði sovið so væl. Mamma gramdi seg um, at hon ikki hevði fingið eygað aftur á náttini, og spurdi meg hvussu eg hevði sovið. Eg svaraði: “Eg elski at sovna í larminum frá stormi”.

- Setningurin setti gongd á okkurt. Hann kendist meira sannur enn alt annað, ein sigur í gerandisdegnum. Eg fekk hug til at kanna, hvussu summi fólk finna ró í kaos.

- Hetta gjørdist mín arbeiðssetningur, og eg byrjaði at skriva um tað, eg kenni: Um bergtakandi staðið, har eg eri fødd og vaksin upp. Um skúlagongd, forelskilsi og vinalag. Av tí at sjúka eisini fylti nógv í mínum lívi, gjørdist tað eisini ein partur av søgugongdini, har eirindaleysa føroyska náttúran eisini spælir við. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder