Reglurnar um upphavsrætt, vørumerki og vinnulig eyðkenni eru eisini viðkomandi, tá ið vitlíki er brúkt í arbeiðinum, og at tilfarið er gjørt við vitlíki, frítekur ikki fyritøkuna frá ábyrgd, minnir Felagið Samskifti á.
Felagið heitir á fyritøkur og stovnar um at kanna tilfar væl, áðrenn tað verður tikið í nýtslu.
– Vitlíki er ein snildur hjálpari í gerandisdegnum. Men skipanirnar eru lærdar upp við stórum nøgdum av tilfari, og úrslitið er ikki altíð so upprunaligt, sum tað kann tykjast. Búmerki, slagorð, maskottar og annað tilfar kunnu tí liggja tætt at samleikum, sum onnur hava brúkt nógva tíð, orku og pengar upp á at menna, sigur Felagið Samskifti sambært heimsíðuni hjá Vinnuhúsinum.
– Hetta kann gera seg inn á rættindi hjá øðrum og vera í stríð við góðan marknaðarføringssið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald