Innanlands

Felags foreldramyndugleiki fyri tingið í dag

Børn eiga at hava rætt til bæði foreldur við føðing, uttan mun til um foreldrini eru gift ella ógift, heldur Bjarni Hammer

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-09-29 08:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgtingið skal á løgtingsfundinum í dag viðgera eitt uppskot um, at bæði foreldrini skulu fáa foreldramyndugleika til barnið við føðing, eisini um foreldrini ikki eru gift.

Tað er Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, sum hevur lagt eitt uppskot til samtyktar fyri tingið, har heitt verður á landsstýrið um at gera eitt lógaruppskot, ið tryggjar báðum foreldrunum foreldramyndugleikan.

Uppskotsstillarin vísir á, at sum lógin virkar í dag, skal ógift mamma taka eina aktiva avgerð um, hvørt hon vil lata pápanum foreldramyndugleika til barnið. Um bon ikki vil lata pápanum foreldramyndugleika, hevur hon henda myndugleika einsamøll. Hetta kann eggja til óneyðuga ósemju millum foreldrini, heldur uppskotsstillarin, sum heldur, at øll børn í útgangsstøði eiga at hava rætt til bæði foreldur við føðing, uttan mun til um foreldrini eru gift ella ógift.

Tríggjar aðru viðgerðir og tvær fyrstu viðgerðir eru á skránni fyri tingfundin, sum byrjar klokkan 13. Á tingfundinum í morgin kl. 9.30 eru einans ófráboðaðir fyrispurningar til løgmann og landsstýrisfólk á skránni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder