Mentan

Felags gudstænasta í ítróttarhøllini

Eitt av Føroya bestu kórum verður við

Gøtu kirkju ungdómskór

Gøtu kirkju ungdómskór

2021-05-12 20:51 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Krists himmalsferðardag  klokkan 12  verður felags gudstænasta í høllini inni í Dal á Sandi. Havstein Klein prestur prædikar. Gudstænastan verður hildin í sambandi við fótbóltsmarathon, sum B71 skipar fyri.

Gøtu kirkju ungdómskór syngur undir leiðslu av Símuni Hammer. Kórið hevur luttikið í fleiri kappingum bæði í Føroyum og uttanlands, og hevur staðið seg væl.

Tónleikarar undir leiðslu av Ingmari Berg Mikkelsen spæla undir til felagssangin.

Konfirmantar luttaka við upplestri. Gentur úr 8. flokki í Sandoyar Meginskúla hava gjørt altartalvu, sum verður avdúkað til høvið.

Høgni Reinert Hansen, ljóðtøkningur, hevur tikið upp ljóðið av kirkjuklokkum í øllum prestagjaldinum. Hesar upptøkur verða at hoyra undir gudstænastuni, hvussu tær hava hvør sín dám og ljóm. Í meðan síggjast myndir av kirkjunum, sum ljóðið er frá. 

Høvi verður at keypa brunsj frá kl. 10 til 11.30 og suppu eftir gudstænastuna. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder