Feløgini í JFK samtakinum hava merkt sviðan av fiskivinnunýskipanini. Feløgini í samtakinum eru JFK, Kósin og Næraberg við dótturfeløgum.
JFK:
JFK hevði í 2018 eitt rakstrarúrslit eftir skatt upp á 9 mió.kr. í mun til 18 mió.kr. í 2017. Hetta er ein afturgongd upp á 9 mió.kr.
Sølan í árinum var 263 mió. kr. í mun til 301 mió.kr. í 2017. Hetta er ein minking upp á 38 mió.kr.
Hýra og starvsfólkaútreiðslur eru minkaðar 12 mió.kr. frá 2017 til 2018.
Fiskivinnunýskipanin kom í gildi 1. januar 2018, 17% av tí kvotu, sum felagið hevur havt í Barentshavinum seinastu 90 árini bleiv tikin til uppboðssølu, sum felagið síðani hevur keypt aftur á uppboðssølu. Eisini minkaði TAC-ið umleið 10%. Hetta hevur havt neiliga ávirkan á úrslitið.
Kósin:
Kósin við dótturfeløgum hevði eisini eitt verri ár í 2018 enn í 2017. Ársúrslitið gjørdist t.kr. 120 eftir skatt í mun til 3 mió.kr. í 2017. Sølan í 2018 var 237 mió.kr. Hetta er 32 mió.kr. minni enn í 2017, tá sølan var 269 mió. kr.
Starvsfólkaútreiðslurnar vóru á sama støði, íalt 73 mió.kr. bæði árini.
Næraberg:
Úrslitið hjá Nærabergi var í 2018 eitt hall upp á 9 mió. kr. eftir skatt í mun til ein vinning upp á 2 mió. kr. í 2017.
Sølan í 2018 var 277 mió.kr. í mun til 332 mió.kr. í 2017 ella ein afturgongd upp á 55 mió.kr.
Eisini manningin hevur merkt sviðan. Fallið í hýrunum gjørdist 27 mió.kr. – frá 105 mió.kr. í 2017 til 78 mió.kr. í 2018.
Orsøkin til hallið hjá Nærabergi er, at felagið í 2018 orsaka av fiskivinnunýskipanini misti 33,5% av svartkjaftakvotuni til uppboðssølu og menningarkvotu. Svartkjaftur er høvuðsfiskaslagið hjá Nærabergi. Harumframt miseydnaðist keypið av sild á uppboðssøluni fullkomuliga.
Samlað:
Samlaða úrslitið áðrenn tilfeingis- og uppboðssølugjøld var 66 mió.kr. Tilfeingis- og uppboðssølugjaldið í árinum var 63 mió.kr., sum er farið í landskassan, meðan 3 mió.kr. vóru eftir til nýíløgur og partaeigararnar.
Samlaða úrslitið hjá samtakinum er munandi versnað seinastu trý árini, í 2016 var úrslitið 45 mió.kr., 23 mió.kr. í 2017 og 1 mió.kr. í 2018.
- JFK
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald