- Vit eru sera takksom fyri, at mynduleikarnir í Tórshavn hava hjálpt okkum við at flyta festivalin innanfyri so stutta tíð.
Soleiðis sigur Bjørk Sjóðklett, stigtakari til elektroniska festivalin The Fairy Island Festival, sum eftir ætlan skuldi haldast á einum øki við Leitisvatn, men sum nú ístaðin verður í Norðradali.
Í tíðindaskrivi, sent til miðlarnar frá advokatskrivstovu í Havn, upplýsir hon, at hon nú fer at krevja Vága kommunu fyri missin, sum festivalurin hevur verið fyri, eftir at borgarstjórin í Vágum leyp frá avtaluni, sum festivalurin hevði gjørt við undanfarna býráð.
- Nýggja avgerðin hjá Vága kommunu, sum hevði sum undanførslu, at Leitisvatn skuldi verjast, gav als onga meining, tí vit vóru ongantíð ein hóttan í móti vatninum. Vit høvdu fyrireikað okkum ordiliga væl við staðsetingum, hegni og skeltum, umframt vaktum, skuldu syrgja fyri, at ongin og einki kom í vatnið, sigur Bjørk Sjóðklett í tíðindaskrivinum, sum heldur fram:
- Sum nú er, verður Leitisvatn annars konstant dálkað. Bátar sigla á vatninum, fólk svimja í vatninum, nógvir bilar koyra fram við vatninum við teirra osi, flogfør flúgva uppi yvir vatninum fleiri ferðir um dagin við teirra osi, og harumframt rennur kloakk úr húsum beinleiðis niður í vatnið.
- So tað er rættuliga eyðsæð, at hetta egentliga ikki snúði seg um Leitisvatn, men heldur um, at nýggi borgarstjórin í Vága Kommunu heldur vildi renna ørindi fyri einkultar persónar í kommununi – sum er nokk so synd fyri heildina”, sigur Bjørk í tíðindaskrivinum.
- Vit hava nú okkara fokus á, at fyrireika festivalin í Norðradali, í meðan okkara advokatur er í gongd við at fyrireika eitt endurgjaldskrav móti Vága kommunu, sigur Bjørk, sum samstundis eisini upplýsir, at hevur mist fitt av peningi orsaka av hesi avgerðini hjá Vága kommunu.
Les eisini: The Fairy Island Festival verður í Norðradali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald