Uttanlands

Fer ikki eftir forsætisráðharrasessinum

Formaðurin í Moderaterne sigur, at flokkurin fer eftir at fáa ávirkan eftir fólkatingsvalið, og er tað ikki forsætisráðharrasessurin, sum hevur týdning

Lars Løkke Rasmussen, núverandi uttanríkismálaráðharri og formaður í Moderaterne (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Lars Løkke Rasmussen, núverandi uttanríkismálaráðharri og formaður í Moderaterne (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-03-07 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir

Formaðurin í Moderaterne, Lars Løkke Rasmussen fer ikki at royna at gerast forsætisráðharri eftir fólkatingsvalið.

Tað segði hann á ársfundi hjá Moderaterne í dag sambært Ritzau.

Lars Løkke Rasmussen sat tvey valskeið sum forsætisráðharri, tá hann var formaður í Vinstra, og hann sær ongan møguleika fyri, at hann kann gerast stjórnarleiðari eina triðju ferð.

Men skuldi tað hent, at hann fær møguleikan at gerast forsætisráðharri aftur, fer hann ikki at útiloka tað.

– Tað gevur onga meining. Eg havi verið forsætisráðharri tvær ferðir, eg havi førleikarnar, sigur Lars Løkke Rasmussen, sum leggur afturat, at Moderaterne fara eftir at fáa mest møguliga ávirkan, og er tað ikki forsætisráðharrasessurin, sum hevur stórstan týdning.

Ein kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, gevur flokkinum hjá Lars Løkke Rasmussen 10 tinsessir, sum er seks færri enn á valinum í 2022. Ein kanning, sum Epinion hevur gjørt fyri DR gevur Moderaterne níggju sessir.

Les eisini: Kanning: Ein triðingur peikar á Mette Frederiksen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald