2020-07-15 14:24
Í sambandi við tekniskt arbeiði umborð á Teistanum, boðar Strandferðslan frá fleiri avlýsingum á leið 60 millum Skopun og Gomlurætt.
Á heimasíðuni stendur soleiðis:
– Vegna tekniskt arbeiði umborð á Teistanum í kvøld verða hesir túrar ikki sigldir: Av Gomlurætt kl. 21.20 og úr Skopun kl. 22.30. Siglt verður aftur av Gomlurætt kl. 23.05.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald