Ferðafólk við skipum og bussunum hjá Strandferðsluni skulu brúka munnbind. Tað ætlar Strandferðslan at seta í verk, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, fyri útvarpinum.
Manningin umborð á skipunum og tey sum koyra bussarnar eru longu farin at brúka munnbind.
- Um vit skulu halda sama ferðafólkatal og ikki minka um tað, eru vit noyddir at fara til eina slíka loysn at brúka munnbind. Annars mugu vit minka ferðafólkatalið, sigur Hilmar Eliasen, sum sigur, at næstu dagarnir fara at vísa hvussu smittuspjaðingin er í landinum.
(Mynd: Sverri Egholm)
Fólk skulu sjálvi rinda fyri munnbindini, og væntandi skal hetta avgreiðast áðrenn farið verður umborð.
Skipini eru ymisk, og tað verða ymiskir hættir at gera tað uppá, sigur Hilmar Eliasen við útvarpið. Men tankin er at ferðafólk hava klára síni viðurskifti áðrenn man kemur umborð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald