2020-07-16 09:43
Á Norrønu sum kemur til Seyðisfjørð í morgun er eitt ferðafólk, sum hevur fingið staðfest koronavirus. Hesum boða íslendskir myndugleikar frá í dag sambært Austurfrett.is.
Viðkomandi varð kannaður í Hirtshals, og hevur verið í sóttarhaldi umborð saman við fimm øðrum fólkum sum hann fylgdist við. Tað er tó óvist um koroanvirusið hjá viðkomandi er aktivt, tí persónurin vísir eingi sjúkueyðkenni.
Tað verður ikki mett at onnur ferðafólk umborð hava verið fyri smittuvanda.
Norrøna kom til Íslands við 730 ferðafólkum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald