2023-09-18 08:28
Seinasta samdøgrið hevur verið stak friðarligt hjá løgregluni. Tó varð løgreglan um hálvgum sjey-tíðina í gjárkvøldið boðsend til ein bústað í miðbýnum í Havn.
Tað var ein ferðamaður, sum leigaði gjøgnum airbnb, sum hevði trupulleikar av einum manni, sum var komin á dyr. Maðurin hevði fingið ov nógv niðurum, og fingu ferðafólkini hann ikki út aftur.
Tá løgreglan kom á staðið vísti tað seg, at maðurin var komin á skeivar dyr, so løgreglan hjálpti honum at finna rætta staðið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald