Innanlands

Ferðafólk verður sent av landinum aftur

Sleppur kortini at vera her til hósdagin, tá tað aftur er flogsamband til Edinburg, haðani viðkomandi kom frá

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Tilvildarlig savnsmynd (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2025-10-14 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan helt í gjár einum ferðafólki aftur, sum kom við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburgh.

Tað vísti seg, at viðkomandi ikki hevði neyðugu loyvini í lagið til tess at koma inn í Schengen-land, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni uttan tó at kunna koma nærri inn á, júst hví viðkomandi ikki kundi koma til Føroya.

Men talan er ikki um nakað kriminelt.

Vanliga verða ferðafólk í slíkum førum send aftur við fyrsta flogfari, men av tí at næsta flogferðin til Edinburgh ikki er fyrr enn hósdagin, so sleppur viðkomandi tó at vera her í nakrar dagar kortini.

Løgreglan hevur tikið passið frá viðkomandi fyri at tryggja sær, at persónurin ikki fer víðari til annað Schengen-land. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder