Visit Faroe Islands: Í samráð við kommunur og jarðareigarar hevur Visit Faroe Islands í summar sett fýra ferðafólkateljarar upp á útvaldum, væl umtóktum gongutúrum. Teljararnir skráseta, hvussu nógv fólk ganga ígjøgnum t.d. eitt portur og geva eina eftirfarandi mynd av ferðafólkatalinum.
Teir fýra teljararnir eru settir upp á hesum fýra støðum: Slættaratindur, Hvannhagi, Klakkur og á bygdagøtuni millum Havnina og Kirkjubø. Fyrsti teljarin (Kirkjubøur-Tórshavn) hevur verið virkin síðani 23. apríl, meðan hinir hava talt gongufólk síðani juni/juli.
Um hugt verður at tíðarskeiðinum millum 5. juli og 20. september, tá allir teljarar vóru virknir, so gingu umleið 1833 fólk til Hvannhaga, 6026 fólk niðan á Klakk, 5633 fólk niðan á Slættaratind og 7047 millum Havn og Kirkjubø. Tølini benda sostatt á eitt samsvar millum atkomuviðurskifti og tal á gongufólkum.
Veðurmátingar verða skrásettar í somu skipan og soleiðis ber til at síggja, hvørja ávirkan veðrið hevur á gongdina. Um vit taka leiðina millum Tórshavn og Kirkjubø sum dømi, so ganga um 100 fólk hendan teinin dagliga í juni og juli. Teir dagarnar tá avfallið var størst fellur talið niður á 8-10 fólk, meðan tað vóru 366 fólk besta dag í mánaðinum.
Skrásetingarnar staðfesta harafturat, at tað sveiggjar rættiliga nógv gjøgnum vikuna, nær fólk ganga sær ein túr. Eitt mynstur er tó, at nógv flest fólk velja at ganga túr um middagsleitið og sum heild millum klokkan 10-16.
Hagtølini staðfesta at enda eisini, at juni-august er háárstíð fyri gongutúrar. Tá vit koma inn í september mánað síggja vit eitt týðiligt fall við meiri enn tveimum triðingum í talinum av gongufólki.
Ferðafólkateljararnir eru virknir alt árið og sum frá líður fara hesir at geva okkum eina munandi betri heildarfatan av gongumynstrinum í Føroyum, og hvussu stórt trýstið er á hesi útvaldu støð. Um royndirnar við hesum teljarunum vísa seg at vera góðar, er ætlanin at seta fleiri upp seinni. Eisini verður arbeitt við eini nýggjari skipan ið skrásetir tal á fólki allastaðni í landinum við støði í data frá fartelefonum. Saman við teljarunum verður hetta soleiðis eitt gott stýriamboð til at hava eftirlit við og at skipa ferðafólkaferðsluna í náttúruni framyvir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald