Innanlands

Ferðamaður dottin í haganum

Í gjár mátti sjúkrabilur sendast eftir einum týskum manni, sum hevði fingið skaða í Hvannhaga

Hvannhagi (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

Hvannhagi (Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2025-08-10 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár mátti sjúkrabilur sendast eftir einum útlendskum ferðamanni, sum hevði fingið skaða, meðan hann gekk í Hvannhaga.

Talan var um eitt týskt par, sum var farið ein túr í hagan, og har hevði maðurin verið áhaldsin og hevði helst brotið fótin, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Parið var longu komið langt oman aftur, tá bjargingarfólk vórðu boðsend.

Maðurin varð koyrdur á Suðuroyar Sjúkrahús.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder