
Í ár fær Klaksvíkar Havn vitjan av seks ferðamannaskipum, og tað fyrsta kemur í dag.
Talan er um skipið Ambition, frá reiðarínum Ambassador Cruise Line, har umleið 1200 ferðandi eru umborð.
Sambært Klaksvíkar kommunu fer skipið at liggja á Norðhavnini frá kl. 8:00 til 17:00, skrivar Klaksvíkar kommuna.
Kommunan skrivar, at nógv verður gjørt burturúr, nú ársins fyrsta ferðamannaskip kemur til Klaksvíkar.
Á torginum uttanfyri Biskupstorg, sum um veturin er ein skoytubreyt, verður møguligt at keypa ostar, súltutoy, munnbitar við føroyskum viðskera og bundnar prýðislutir. Opið verður frá kl.10 til kl.15-16. Eisini fer Klaksvíkar Dansifelag at dansa føroyskan dans kl.13:00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald