Innanlands

Ferðamannaskipið Artania vitjar Runavíkar havn

Runavíkar havn boðar frá, at Artania fer at liggja við kai frá klokkan 11 til 19 í dag

(Mynd: Runavíkar havn)

(Mynd: Runavíkar havn)

2025-09-15 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag kemur ferðamannaskipið Artania hjá Phoenix Reisen inn á Runavíkar havn.

Umborð eru umleið 900 ferðafólk úr Týsklandi, og manningin telur umleið 500 fólk.

Runavíkar havn boðar frá, at Artania fer at liggja við kai frá klokkan 11 til 19.

Føroyska umboðsfelagið hjá skipinum er Tor Shipping, og túrsmiður er Faroeway Adventures.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder