Uttanlands

Ferðandi til USA nýtast ikki longur at kanna seg fyri koronu

Tíðin, har tú skalt skjalprógva, at tú nýligani er staðfestur negativur fyri koronu við PCR-kanning ella hevur verið smittaður við sjúkuni fyri at sleppa inn í USA, er farin – CDC fer eftir ætlan at eftirmeta avgerðina eftir 90 dagar eru farnir

Flogfar hjá American Airlines (Mynd: EPA)

Flogfar hjá American Airlines (Mynd: EPA)

2022-06-13 15:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú er ikki longur neyðugt at skjalprógva, at tú er staðfestur negativur fyri koronu ella hevur verið smittaður við sjúkuni, áðrenn tú setur teg í eitt flogfar til USA.

Kravið um negativa kanning varð nevniliga strikað í gjár.

Fráboðanin um hetta kemur í kjalarvørrinum á hørðum trýsti frá flogfeløgum og ferðavinnuni. Stjórin í flogfelagnum American Airlines segði m.a. herfyri, at tað var púra burturvið at varðveita kravið um kanning, tí 75 prosent av teimum londunum, sum flogfelagið flýgur til, hevur eingi krøv um koronukanning.

Amerikanski stovnurin fyri eftirlit og fyribyrging av sjúku, CDC fer eftir ætlan at eftirmeta avgerðina, og um tað er neyðugt við koronukanning. Hetta verður eftir ætlan eftir 90 dagar, sigur ein ónevndur embætismaður úr Hvítu Húsunum sambært Ritzau.

Kravið um koronukanning fyri ferðandi til USA varð hert í desember. Tá varð avgjørt, at ferðandi skuldu kunna vísa á kanningarúrslit, sum ikki var meira enn 24 tímar gamalt. Áðrenn hetta kundi kanningarúrslitið vera upp til tríggjar dagar gamalt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder