Nýggjastu tølum av heimasíðuni hjá Strandferðsluni vísa, at ferðastreymurin til Kalsoynna er framvegis vaksandi. Hetta er bæði tá talan er um ferðandi og bilar við SAM men eisini við bussleiðini í oynni.
(Mynd: SSL og VisitKalsoy)
Í júst farna juni mánaða er talið av ferðandi næstan 2.000 størri í ár samanvorið við í 2018. Tað sum eisini er vert at leggja merki til, er at tað er eitt stórt ferðslulop í bussleiðini. Undanfarnu tveir mánaðirnar er tað meira enn tvífalt so nógv sum somu mánaðir í fjør. Hetta hongur óivað saman við, at frá 1. mai í ár hevur tað verið bussur til og frá hvørjum túri hjá SAM.
VisitKalsoy skrivar, at talið av ferðandi við SAM samanborðið við í fjør økist framvegis. Bilatalið veksur tó ikki við somu ferð, kanska tí at bussleiðin verður meira brúkt. Her er avbjóðingin tó tann, at bussurin bert tekur 19 fólk.
Sjóleiðirnar til Suðuroyar og Sandoynna føra nógv flest ferðafólk og bilar, meðan sjóleiðin til Kalsoynna er tann rutan hjá SLL, sum førir triðflest bilar og fjórðflest ferðafólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald