Innanlands

Ferðmikil hósdagur ymsastaðni í landinum

Á Glyvrum, í Kollafirði, í Porkeri og milllum Norðagøtu og Kambsdal vóru samanlagt níggju ferðslumal. Skúlarenning er í dag í Havn, í Eysturoynni og á Sandoynni, so bilførarar skulu ansa sær

Ein treytað frádøming var, nógv klipp og samanlagt níggju bøtur fyri ov nógva ferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ein treytað frádøming var, nógv klipp og samanlagt níggju bøtur fyri ov nógva ferð (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-11 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgreglan gjørdi málrættað átøk og ferðslumátingar við lasarum ymsastaðni í gjár. Burturúr hasum komu nógv mál, har tað fyri tað mesta snúði seg um klipp og/ella bøtur.

Ein treytað frádøming var. Talan var um ein, sum koyrdi 87 km/t í 60-økið á Glyvrum, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.

Í Kollafirði, har lasarin var við, vórðu fimm fólk steðgaði, og fingu tey bót. Trý av hesum koyrdu so mikið skjótt, at tey eisini fingu klipp.

Tað fekk ein bilførari, sum koyrdi nær við Porkeri, eisini, tá viðkomandi koyrdi 105 km/t.

Tá ein koyrir millum rundkoyringina í Norðagøtu og Fuglafjørð (Kambsdal) er skjótt til at fáa ferðina langt upp. Har vóru ferðslumátingar í gjár, og tveir bilførarar fingu bót og klipp. Teir koyrdu ávikavist 107 og 108 km/t.

Skúlarenningar í dag - bilførarar bidnir um at ansa sær

Løgreglan kunnar eisini um, at fleiri skúlar í høvuðsstaðnum hava skúlarenning í dag. Millum annað hava Skúlin á Fløtum og Sankta Frankts skúli boðað frá, at børn hjá teimum renna ymsastaðni í býnum í dag.

Í hesum førum varða bilførarar bidnir um at ansa eftir rennarunum.

Fólk ymsastaðni hava eisini skrivað inn til Góðan Morgun Føroyar og kunnað um, at skúlarenning eisini er í Runavík, á Nesi (Runt Agnið) og á Sandi. Summi renna á landsvegi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder