Innanlands

Ferðslan umskipað í sambandi við Summar Festivalin

Broytingarnar í ferðsluni kring miðbýarøkið í Klaksvík eru galdandi alla vikuna

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-08-04 09:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Summarfestivalurin stendur aftur fyri durum, og eins og onnur ár verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað í sambandi við festivalin.

Fyrireikingarnar til Summarfestivalin byrja at ávirka ferðsluna frá í dag, mánadagin 4. august, og broytingarnar eru galdandi alla festivalvikuna, skrivar Klaksvíkar kommuna.

Í tíðarskeiðnum, meðan ferðslan er umskipað, koyrir Býarbussurin hjá kommununi ikki. Koyrandi verður aftur sum vanligt mánadagin 11. august.

Klaksvíkar kommuna heitir á øll um at vísa varsemi í ferðsluni. Her sæst, hvussu Summar Festivalurin ávirkar ferðsluna komandi vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder