Innanlands

Ferðslumál fyltu nógv týsdagin

Ólólig koyring á "knallert" kostaði tríggjar bøtur. Annars eru ov høg ferð í Søldarfirð, árendur seyður á landsvegnum og lítið ferðsluóhapp í Klaksvík millum tingini á rapportini hjá løgregluni

Fleiri bøtur, umframt onkur klipp, vórðu skrivaði fyri ferðslumál í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Fleiri bøtur, umframt onkur klipp, vórðu skrivaði fyri ferðslumál í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-02 07:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um middagsleitið í gjár steðgaði løgreglan einum stórum prutli - ella einari knallert sum tað stóð í rapportini - í høvuðsstaðum. Tveir persónar sótu á, og er hetta ikki lógligt.

Harafturat koyrdi førarin uttan førararætt. Viðkomandi var undir 18 ár, sum man skal vera fyri at koyra á slíkum prutli. Hann fekk bót fyri hetta, umframt fyri at koyra við einum persóni á. Persónurin aftanfyri fekk eisini bót.

Ferðmátingar vórðu gjørdar í Søldarfirði, har fólk mangan koyra ov skjótt, júst tá tey koma inn í bygd øki. Patrulja var á staðnum og mátaði ein bil til 74 km/t og ein annan til 76 km/t. Báðir bilførarnir fingu klipp og bót.

Ein seyður varð árendur beint við krossin til Gomlu Rætt/Velbastøð. Førarin ringdi sjálvur inn og boðaði frá, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðuni í Havn. Seyðurin doyði.

Eitt lítið ferðsluóhapp var í Klaksvík. Har var tó ikki høg ferð og bert talan um lítilan materiellan skaði, staðfestir vatkleiðarin. Tó verður annar persónin helst skuldsettur fyri ikki at halda víkiskyldu - viðkomandi var óansin.

Dagført: 07.54

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder