Innanlands

Ferðsluóhapp á Giljanesi

Tað tók áleið 25 minuttir at rudda vegin. Ein persónur varð koyrdur á sjúkrahús við brotnum handliði

2020-06-25 15:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áleið klokkan 13.30 hendi eitt ferðsluóhapp á Giljanesi. Tveir bilar vóru íblandaðir, men vakthavandi á løgreglustøðini kundi ikki siga, júst hvat var hent. 

Tað tók áleið 25 minuttir hjá patraljuni á staðnum, og tá var vegurin heilt ruddaður.

Ein av persónunum, ið var íblandaður í ferðsluóhappinum varð koyrdur á Landssjúkrahúsi. Viðkomandi hevði eitt brotið handlið. 



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder