Innanlands

Ferðsluóhapp á Lambareiði

Seinnapartin í gjár koyrdi ein bilur út av, og førarin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-01 12:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár, stutt fyri klokkan hálvgum trý, var eitt ferðsluóhapp á Lambareiði.

Talan var um eitt soloóhapp, har ein bilur fór út av vegnum.

Sum skilst var orsøkin til óhappið, at eitt dekk punkteraði, og at bilførarin síðani misti tamarhaldið á bilinum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Førarin varð sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder