Innanlands

Ferðsluóhapp á Sørvágsvegnum í gjár

Bilarnir rendu saman, tá annar bilurin skuldi snara oman á flogvøllin. Eisini var Sea Sheperd meldað til løgregluna í gjár.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-20 09:35 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Beint áðrenn klokkan 14 í gjár fekk løgreglan fráboðan um, at tveir bilar høvdu rent saman á Sørvágsvegnum beint við innkoyringina til flogvøllin.

Bilarnir rendu saman tá annar bilurin skuldi snara oman á flogvøllin.

Bilarnir fingu stóran skaða, og tveir persónar vóru fluttir á skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

Løgreglan veit ikki at siga hvussu stóran skaða persónarnir fingu.

Annars var tað sum heild friðarligt hjá løgregluni í gjár. Løgreglan fekk eina fráboðan um, at fólk frá Sea Shepherd høvdu filmað, tá døglingarnir vórðu skornir upp í Hvalba í gjár.

Løgreglan fær ikki gjørt so nógv við hetta uttan so, at tað beinleiðis veðrur filmað av persónum. Tá kann tað gerast eitt mál fyri løgregluna. Tá krevur tað jú samtykki frá filmaða persóninum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder