2023-06-25 09:49
Klokkan hálvgum fimm í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Sundi.
Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur rendi á ein klett.
Bilurin er vrak, og førarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvussu støðan hjá føraranum er.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald