Innanlands

Ferðsluóhapp í Havn

Ein bilur rendi á ein pela á Hoyvíksvegnum í kvøld. Sum skilst er eingin fólkaskaði.

2019-06-29 21:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan tjúgu minuttir yvir átta í kvøld fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Hoyvíksvegnum í Havn.

Talan er um ein bil, sum rendi á ein pela, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin.

Bilurin hevur fingið nakað av skaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði, men tey bæði, sum vóru í bilinum vórðu koyrd á sjúkrahúsið til kanningar.

Løgreglan veit enn ikki hví, at óhappið hendi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder