Seinnapartin í gjár vóru tvey ferðsluóhapp í Havn. Tað eina var á svinginum við Hvítanesvegin/Ringvegin.
Tveir bilar vóru í óhappinum, og annar bilførarin varð koyrdur á sjúkrahúsið. Hetta var í ringastu meldurtíðini, og rógvaði nógvu ferðsluna nakað.
Les eisini: Helt ikki víkjuskylduna við Hvitanesvegin/Ringvegin
Hitt hendi beint við Landsjúkrahúsið, og tríggir bilar vóru á ein hátt íblandaðir. Ein bilur kom koyrandi eftir J.C. Svabosgøtu við gomlu barakkina og skuldi sneiða oman á Sandagerðsveg, har millum annað kapelli er. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini fór hann yvir í hina breytina og var óansin, og varnaðist ikki bilin sum kom koyrandi á breytini. Teir rendu saman, og stoyturin var so mikið harður, at tann eini fór sendani í ein triðja bil.
Sambært løgregluni kom skrokkskaði á bilarnar. Tey ið vóru í bilinum fóru inn á sjúkrahúsið til kanningar. Tann bilurin ið skuldi snara omaneftir fær onkra revsing.
Løgreglan hevur verið við lasaranum í Noroyðatunnlinum. Hann vísti, at tveir bilførarar koyrdu so skjótt, at teir fingu bót og tvey klipp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald