2020-06-24 17:38
Beint eftir klokkan fimm í dag hendi eitt ferðsluóhapp á landsvegnum sunnan fyri Hvalvík, beint oman fyri havnarlagið har.
- Vit hava sent allar eindir á staðið, tí vit fingu boð um at fleiri bilar vóru innblandaðir í óhappið. Eisini eru sjúkrabilar sendir á staðið, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Enn er tó óvist hvussu álvarsligur skaðin er. Minst fýra bilar eru innblandaðir í óhappið.
Orsaka av óhappinum eru nú langar bíðirøðir av bilum, bæði norðanfyri og sunnan fyri Hvalvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald