2025-08-16 13:52

Tíðliga seinnapartin varð boðað frá einum ferðsluóhappi á Stangavegnum í Klaksvík.
Ein bilur fór útav vegnum, og tey bæði fólkini, sum vóru í bilinum, eru koyrd á sjúkrahúsið til nærri kanningar.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn veit ikki at siga, hvussu støðan er hjá persónunum, men hann upplýsir, at bilurin fekk stóran skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald