Innanlands

Ferðsluóhapp í Kollafirði - trý fólk koyrd á sjúkrahúsið

Tveir bilar stoyttu saman í gjárkvøldið

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-11-22 09:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið klokkan 18 var eitt ferðsluóhapp í Kollafirði, har tveir bilar stoyttu saman.

Trý fólk vóru koyrd á sjúkrahúsið til kanningar. Ein hevur møguliga brotið hondina, og viðkomandi hevði eisini pínu í rygginum. Meira veit løgreglan ikki um støðuna hjá teimum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Málið verður kannað, og fleiri avhoyringar skulu gerast fyri at fáa greiðu á, júst hvat er hent. Higartil er eingin skuldsettur í málinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder