Innanlands

Ferðsluóhapp millum Fjarða í gjár

Misti tamarhaldið á bilinum - endaði á takinum

2025-10-28 07:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp á landsvegnum millum Fjarða nakað yvir klokkan 11 fyrrapartin í gjár.

Bilførarin hevur eftir øllum at døma mist tamarhaldið á bilinum, sum koyrdi útav og endaði á takinum. Bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men slapp, sambært vaktleiðaranum hjá løgregluni, uttan álvarslig mein.

Løgreglan kannar framvegis orsøkina til óhappið.

Ferðsluløgreglan klipti í tvey korikort í sambandi við ferðmátingar í gjár í Eysturoynni og í Havn. Ein bilur varð máldur at koyra 74 kilometrar um tíman í bygdum øki, og hin var ein lastbilførari, sum eisini koyrdi væl skjótari enn loyvt er.

Um hálvgun fimm tíðina seinnapartin í gjár vóru tað fleiri bilførarar, sum ringdu til løgregluna og boðaðu frá, at ein lastbilur, sum kom koyrandi út gjøgnum Kalsbaksfjørð nærhendis Sund, sløddi skerv úr lastini.

Funnið varð fram til bilføraran, sum er skuldsettur fyri ikki at hava lastað bil sín sambært forskriftunum. Vegurin var beinanvegin ruddaður fyri skerv, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder