Nógv ymiskt er á døgnrapportini hjá løgregluni seinasta samdøgri.
Gjáramorgunin var eitt víkiskylduóhapp í Hoyvík á Vegnum Langa. Nakað av materiellum skaða var, men eingin persónsskaði stóðst av hendingini.
Eisini var boðað frá ferðsluóhappi í tunlunum Norð um Fjall í morgun. Tvey fólk vóru dottin av motorsúkklu, og vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Koyrdu ov skjótt
Løgreglan tók í gjár fleiri bilførarar sum høvdu fótin heldur tungt á spitaranum. Fyrrapartin vórðu ferðslumátingar gjørdar á Glyvursvegi á Argjum, og ein bilførari koyrdi 75 km/t í økinum, har bert er loyvt at koyra 50 km/t. Hann fær tískil bót og klipp.
Á Giljavegi í Sandavági vóru eisini bilførar, sum koyrdu ov skjótt. Ein var tikin fyri at koyra 105 km/t og ein 114 km/t. Báðir fáa teir bót og klipp í koyrikortið.
Fýra mál vóru fyrrapartin um handhildnar fartelefonir. Hetta var við Hvítanesvegin, at bilførar ikki kláraðu at lata telefonina liggja meðan koyrt var. Hetta fáa tey fýra bót og klipp í koyrikortið fyri.
Í gjárkvøldið fekk ein bilførari eisini bót og klipp fyri ikki at hava trygdarútgerðina í lagi. Talan var um eitt barn sum ikki sat á pútu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald