Innanlands

Ferðsluóhapp omanfyri Vestmanna

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp – Bilførarin hevur ikki fingið nakran stórvegis skaða, sigur løgreglan

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2020-09-20 10:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Beint eftir klokkan tvey seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið omanfyri Vestmanna.

Viðkomandi, sum boðaði frá, hevði ikki sjálvur sæð óhappið, men bert bilin, sum lá eftir við síðuna av vegnum.

Løgreglan hevur síðani tosað við føraran, sum slapp væl frá óhappinum.

Talan vísti seg at vera um ein ungan mann, sum var koyrdur útav. Hann hevði síðani fingið onkrar kenningar at koyra seg á skaðastovuna.

Hann sat í trygdarbelti og hevur ikki fingið nakran stórvegis skaða, sigur vakthavandi á politistøðini.

Bilurin hjá honum hevur tó fingið skaða.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder