Innanlands

Ferðsluóhapp við Lamba

Ferðslan varð steðgað eina løtu, og nøkur fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar

2026-05-20 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seint seinnapartin sóust og hoyrdist sjúkrabilur á eystara armi av Skálafjørðinum, og ferðslan var tarnað.

Løgreglan hevur ikki so nógvar upplýsingar um støðuna, men talan var um eitt ferðsluóhapp tætt við innkoyringina til Lamba. 

Tveir sjúkrabilur komu á staðið, og nøkur fólk vórðu flutt til kanningar.

Ikki er greitt, hví óhappið hendi, og júst hvussu stórir skaðar vóru.

Eftir eina løtu var koyrandi aftur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder