2020-07-31 10:35
Fyri løtu síðani var eitt ferðsluóhapp við Norðskálatunnilin. Ein bilur, sum kom koyrandi niðan úr Norðskála, kláraði eftir øllum at døma ikki svingið, og rendi í tunnilsveggin.
Á politistøðini hava tey ikki fingið afturmeldingarnar um óhappið enn, men tað sær út til at vera eitt lítið óhapp uttan persónsskaða, upplýsir vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald