2021-09-06 23:27

Eitt ferðsluóhapp hendi seint seinnapartin, tá tveir bilar stoyttu saman við innkoyringina til Vatnsoyrar.
Ein bilur helt ikki víkiskylduna, og kom og langt út á landsvegin, skrivar heimasíðan jn.fo.
Bilurin sum koyrdi á landsvegnum, kláraði ikki at snara undan, og bilarnir stoyttu saman. Tað sæst á myndini, at bilarnir fóru illa.
Fólkini í bilunum vóru koyrd á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald