Innanlands

Ferðsluruðuleiki stendst av koronakanningunum

Bilrøðin er niðan eftir Velbastaðvegnum. Løgreglan heitir á bilførarar um at finna aðra farleið

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-05 10:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er long bíðirøð við Landssjúkrahúsið fyrrapartin. Landssjúkrahúsið byrjaði klokkan 9 í morgun at gera kanningar, og bíðirøðin fór fyri lítlari løtu síðani framvið rundkoyringini við Argir og niðan eftir Velbastaðvegnum.

Løgreglan staðfestir, at ferðslan er nógv tarnað frá J.C Svabosgøtu til rundkoyringina á Argjum, og heitir á bilførarar at finna aðra farleið.

Sama støða er eftir Víkavegnum oman fyri Klaksvíkar Sjúkrahús.

Tveir tilburðir av koronasmittuni vóru staðfestir í Føroyum í gjár, og nú er røringur komin í. Landssjúkrahúsið hevur sett fleiri fólk av at pota, og hevur eisini latið serstøku 1870-koronavaktina uppaftur.

Fyri at sleppa til kanning skal ein hava ávísing frá kommunulækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder