Fríggjadagin 25. august klokkan 16 letur upp nýggj serframsýning um serliga sambandið millum tónleik og myndlist upp á Listasavni Føroya.
Tónleikur og myndlist eru í nógvar mátar tætt knýtt, og hava verið tað gjøgnum tíðirnar. Hetta sæst týðiliga aftur í alheimslistini men eisini í føroyskum høpi. Fleiri av listafólkunum, ið hava búð ella virkað í Føroyum gjøgnum tíðirnar, hava funnið stóran íblástur í tónleikinum og hava avmyndað m.a. tónleikarar, konsertir og ymisk tónleikaverk í myndlist síni.
Á framsýningini “Tónar í list” ber til at uppliva eitt breitt úrval av listaverkum, ið á ein ella annan hátt lýsa ella arbeiða við tónleiki. Framsýningin fevnir um eitt nú málningalist, grafikk, skurðmyndir, innsetingarlist og video.
Við á framsýningini eru verk eftir hesi listafólk: William Heinesen, Hansina Iversen, Ingálvur av Reyni, Frits Johannesen, Astri Luihn, Anna Katrin Ø. Egilstrøð, Marianna Mørkøre, Rannvá Káradóttir, Sven Havsteen-Mikkelsen, Maria Tórgarð, Sámal Joensen-Mikines, Olivur við Neyst, Janus Kamban, Jóna Rasmussen, Zacharias Heinesen, Heðin Ziska Davidsen, Guðrið Poulsen, Ole Wich, Elin Josefina Smith, Vígdis Petersen, Bjarne Werner Sørensen, Heiðrik á Heygum og Phillipe Carré.
Til ferniseringina fríggjadagin fer Karina Lykke Grand, stjóri, at bjóða vælkomin og seta framsýningina. Síðan fer Lyon Hansen at spæla nøkur løg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald