Innanlands

Festivalar og ólavsøkan í vanda

Um føroyskir myndugleikar gera sum Danmark, so fara tíggjutúsund føroyingar helst ikki at tríva í felagssang á ólavsøku í summar

Midnáttarsangur á Vaglinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Midnáttarsangur á Vaglinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-04-06 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mette Frederiksen, danskur forsætisráðharri, kunngjørdi í kvøld at savningarforboðið fer at standa við til og við august mánað.

Hetta er ikki galdandi fyri Føroyar enn, men tað kann hugsast at føroyskir myndugleikar fara at koma við líknandi boðum í morgin ella mikudagin.

Um so verður, so eru festivalar og enntá ólavsøkan í vanda fyri at vera avlýstir. Í øllum førum verða hesi tiltøkini ikki sum vit kenna tað við fólkum í hópatali í Syðrugøtu, á Vágsbøi, oman og niðan eftir Áarvegnum, og felagssangi á Vaglinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder