Innanlands

Feyk við flamingokúlum í Norðoyatunnlinum

Lastbilførari skuldsettur fyri ikki at hava tryggjað viðførið í lastini

(Mynd: Google)

(Mynd: Google)

2023-09-12 08:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ferðslan gjøgnum Norðoyatunnilin varð tarnað nógv ein part av degnum í gjár, orsaka av at har feyk við flamingokúlum eftir at nakrar flamingoplatur til byggivinnuna vórðu foknar av lastini á einum bili.

Løgreglan sendi boð eftir einum dustsúgvara hjá Klaksvíkar kommunu at koma í tunnilin fyri at tøma hann fyri flamingokúlum, sum órógvaðu ferðsluna. Meðan hetta arbeiðið fór fram, mátti løgreglan leiða ferðsluna gjøgnum kommununa. Ferðslan varð sostatt tarnað í okkurt um ein tíma, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Bilførarin, sum koyrdi lastbilin, er skuldsettur fyri brot á ferðslulógina, tí hann ikki hevði tryggjað lastina, sum hann átti. 

(rættað 1243)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder