Innanlands

Fía Lindenskov nýggjur integratiónssamskipari í høvuðsstaðnum

Tilflytarar skulu skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Fía Lindenskov og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, Fía Lindenskov og Heðin Mortensen, borgarstjóri (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-09-03 09:13 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar kommuna hevur sett Fíu Lindenskov í starvið sum integratiónssamskipari.

Hesum boðar kommunan frá á heimasíðuni í dag.

Farnu árini hevur Tórshavnar kommuna arbeitt við integratión á ymsum mótum. Kommunan vil virka fyri, at tilflytarar skjótt og væl fella til og taka virknan lut í samfelagnum.

Partur av uppgávuni hjá integratiónssamskiparanum verður saman við politisku skipanini at seta kós og standa fyri integratiónsátøkum, sum venda sær til einstaka tilflytaran og tilflytarar sum heild, og til kommunalu virkisøkini við tí máli, at menna góða integratión.

Fía Lindenskov er kandidatur í fólkaheilsufrøði og hevur harumframt akademiútbúgving sum verkætlanarleiðari. Hon hevur farnu árini starvast sum kveikjari í ALS, har hon serliga hevur fingist við kunning, ráðgeving og menningartilgongdir eins og at hon hevur royndir at samskipa og samstarva við ymsar partar innan integratión.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder