Vága kommuna hevur sett Fíu Selmu Nielsen sum fíggjarleiðari í kommununi.
Eftir at Albert Thomassen, fíggjarleiðari, herfyri boðaði frá, at hann eftir 33 ár í starvi, velur at fara frá á nýggjárinum, hevur verið søkt eftir einum nýggjum fíggjarleiðara.
Ein samd fíggjarnevnd mælti til, at seta Fíu Selmu Nielsen. Fía Selma er 38 ára gomul og fakliga væl fyri. Hon hevur tikið HD-útbúgving í roknskapi og fíggjarstýring á Aarhus Universiteti í 2011. Umframt eina akademi útbúgving í fíggjarligari ráðgeving á Niels Brock í 2009 og fíggjarútbúgving frá Finanssektorens Uddannelssenter í 2006.
Harafturat hevur Fía Selma drúgvar starvsroyndir úr fíggjarheiminum. Hon kemur úr einum starvi hjá Betri Banka, har hon seinastu 12 árini hevur verið leiðari við starvsfólka- og rakstrarábyrgd. Í hesum sambandi hevur hon eisini verið partur av leiðslubólkinum í bankanum síðani 2019.
Somuleiðis er Fía Selma virkin í sjálvbodnum arbeiði, t.d í hondbólti hjá SÍF, er kassameistari í Dalahaga, og er venjari í hondbólti. Fía Selma Nielsen hevur áður havt aðrar ábyrgdir, t.d. sum bókhaldari hjá Landsfelag Pensjónista.
Fía Selma Nielsen byrjar í starvinum 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald